Í dag skulu tingfólk veljast í nevndirnar

bannari
Í dag skulu tingfólk veljast í nevndirnar
Løgtingið fer í dag at velja nevndir, løgtingsgrannskoðarar og fólk í Norðurlandaráðið og Útnorðurráðið
 
17.09.2015 - 08:49

Nógv tingfólk fáa fleiri enn tann eina nevndarsessin, tí tingið hevur sjey fastar nevndir. Í øllum nevndum uttan Landsstýrismálanevndini eru sjey fólk og sjey tiltaksfólk.

Nevndarsessirnir verða býttir lutfalsliga millum samgongu og andstøðu, sum plaga at vera hvør sín valbólkur.

Longu nú, góðar tvær vikur eftir løgtingsvalið, eru tvey tingfólk uttanflokka, Annika Olsen og Sonja Jógvansdóttir.

Sannlíkt er, at tær fara í valbólk saman við samgonguni fyri at fáa nevndarsessir. Tingfundurin byrjar klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129