Gjaldið úr Samhaldsfasta hækkar á nýggjárinum

Gjaldið úr Samhaldsfasta hækkar á nýggjárinum
Gjaldið verður 3.110 krónur um mánaðin. Í fjør rindaði arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin 253 mió. kr. í eftirlønum
 
21.09.2015 - 13:39

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin  hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 3,3% 1. januar 2016, soleiðis at eftirlønin fer úr 3.010 kr. upp í 3.110 kr. um mánaðin.

Samlaða eftirlønin næsta ár verður tí 37.320 kr. 

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

Eftirlønarútgjaldið var 88% av inngjøldunum í 2014 og væntast at verða góð 90% av inngjøldunum í ár.

Í 2014 vórðu goldnar nærum 253 mió. kr. í eftirlønum úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025