Vilja hava Ruth til forkvinnu í fíggjarnevndini

Vilja hava Ruth til forkvinnu í fíggjarnevndini
Formaðurin í Framsókn sigur, at Ruth Vang er væl egnað sum forkvinna, tí hon er væl lærd og hevur nógvar starvsroyndir
 
21.09.2015 - 15:46

Stendur tað til Framsókn, so verður Ruth Vang nýggj forkvinna í fíggjarnevndini.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur sagt, at avtalan, sum varð gjørd við Framsókn undir samgongusamráðingunum um fremsta sessin í fíggjarnevndini, stendur við, tó at formenninir  í samgonguflokkunum formliga skulu staðfesta avgerðina.

Hósmorgunin fer nýggja landsstýrið til Gjáar at halda temadag, og tá verður formliga avgerðin um fíggjarnevndina tikin.

Væl lærd

Poul Michelsen, formaður í Framsókn, sigur, at Ruth Vang er væl lærd, og hon hevur royndir frá fíggjarvinnuni, heilsuverkinum og kommunalari fyrisiting á leiðarastigi.

Framsókn hevur tvey umboð á tingi. Nú Poul Michelsen er vorðin landsstýrismaður, er Ruth Vang komin inn sum varalimur. 

Hósdagin gjørdi løgtingið av, at Ruth Vang skulu gerast varalimur hjá forkvinnuni í fíggjarnevndini, men nevndin fekk ikki høvi at skipa seg formliga, áðrenn Annika Olsen eftir fáum døgum tók seg úr Framsókn og segði forkvinnusessin í nevndini frá sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026
211358