Í rættin við brunatrygdini á flogvøllinum

Í rættin við brunatrygdini á flogvøllinum
Brunaeftirlitið heldur uppá, at tað er myndugleikin, sum skal góðkenna brunatrygdina í farstøðini. Og tað hevur Brunaeftirlitið ikki gjørt
 
22.09.2015 - 11:32

Føroya rættur er biðin um at avgera, hvør eigur myndugleikan at góðkenna brunatrygdina í farstøðini á flogvøllinum, Brunaeftirlitið ella Sørvágs kommuna.

Sørvágs kommuna gav Vága floghavn loyvi at brúka farstøðina, hóast Brunaeftilitið ikki hevði góðkent hana.

Brunaeftirlitið hevur stevnt, tí sambært eftirlitinum varð farstøðin ólógliga tikin í brúk. 

Brunaeftirlitið heldur uppá, at tað er myndugleikin, sum skal góðkenna brunatrygdina í farstøðini. Og tað hevur Brunaeftirlitið ikki gjørt. 

Málið byrjar 3.juli í fjør, tá Sørvágs kommuna gav P/f Vága floghavn loyvi at brúka nýggju komu- og farstøðina. Brunaeftirlitið bað Sørvágs kommunu taka nýtsluloyvið aftur, tí Brunaeftirlitið hevði ikki góðkent bygningin.

Nýggj byggilóg

Brunaeftirlitið og Sørvágs kommuna eru ikki samd um, hvør hevur myndugleikan at góðkenna brunatrygdina í farstøðini. Sambært lóggávuni, sum var galdandi, tá farið varð undir byggingina, skal Brunaeftirlitið góðkenna. 

Men 1.apríl í 2013 kom nýggja byggilógin, og tá fingu kommunurnar hendan myndugleikan.Innlendismálaráðið segði tó í rundskrivi 27.mai í 2013, at Brunaumsjón landsins, sum stovnurin tá kallaðist, átti ítøkiligu brunamálsviðgerðina, tá talan var um "ikki vanliga" bygging, sum fekk byggiloyvi fyri 1.apríl 2013, tá nýggja lógin kom. 

Sørvágs kommuna gav byggiloyvið tann 27.september í 2012, tað er so fyri 1.apríl í 2013. 

Brunaeftirlitið og Sørvágs kommuna hava roynt at loyst málið, men higartil uttan úrslit. 

Í vár stevndi Brunaeftirlitið so Sørvágs kommunu og P/f Vága floghavn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329