- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES: 7,5 milliardir skulu latast nærumráðunum
Tað segði ES-forsetin, Donald Tusk, eftir toppfundin.
- Góð stýring og gott eftirlit við uttaru landamørkunum er felags ábyrgd hjá okkum, segði Donald Tusk.
Hann sigur, at átta miljónir menniskju eru rikin burtur í Sýria, og at fýra miljónir eru flýdd til grannalond hjá Sýria.
- Vit tosa um miljónir av møguligum flóttafólkum, sum royna at koma til Evropa bara úr Sýria. Og fyri ikki at tala um Irak, Afganistan, Eritrea og onnur lond, segði Tusk.
ES-londini eru samd um at áðrenn novembermánaði er liðini hava londini sett í verk hot-spots - felags móttøkustøðir, fyri flóttafólk og migrantar, sum koma til Evropa, segði Donald Tusk.
Ætlan í átta punktum
Samstundi verða nýggj tiltøk sett í verk, sum skulu fáa enda á flóttafólkakreppuni.
Talan er um átta punkt, sum skulu verða sett í vark áðrenn næsti ES-toppfundurin verður 15. og 16. oktober.
1:
Tað fyrsta er at lata ST flóttafólkahákommisseriatinum, Heimsmatvørustovninum og øðrum stovnum í minsta lagi eina miljard aftrat, 7,5 miljardir krónur, sum hjálp til aktuttu trupulleikarnar í nærumhvørvinum.
2:
Næsta er, at stuðla Libanon, Jordan, Turkalandi og øðrum londum at handfara sýrisku flóttafólkakreppuna, - eitt nú við at lata meira til ES-stuðulsgrunnin, sum hjálpir ofrum í sýrisku kreppuni.
3:
Triðja punktið er at styrkja samskiftið við Turkaland á øllum stigum, - millum annað í sambandi við vitjanina hjá turkiska forsetanum í Brússel 5. oktober, - fyri at styrkja samstarvið um at tálma og stýra streyminum av migrantum.
4:
Fjórða er at hjálpa londunum á vestur-Balkan at handfara flóttafólkastreymin, og at tryggja skjóta og góða fyrireiking til ráðstevnu 8. oktober um rutuna á Vesturbalkan.
5:
Fimta er at økja fíggingina av ES-neyðhjálpargrunninum, sum skal stuðla stabiliteti og niðurberja orsøkirnar til óvanligu migratiónina í Afrika. Tað skal gerast við meiri peningi frá ES-londunum. Harumframt skal skjótast gjørligt verða tryggjað skjót og góð fyrireiking til ES-Afrika-toppfundin í Malta 11. og 12. november, fyri at fáa góð framstig.
6:
Sætta er at handfara dramatisku støðuna við uttaru landsmørkini í ES og at styrkja uttaru mørkini í ES. Eftirlitið við uttaru mørkini í ES skal styrkjast millum annað við at lata meiri pening til marknaðliðsfelagssskapin, Frontex, er evropoeiski stovnurin, sum hevur fólkaflyting um hendi, asylfelagsskapin, Easo, og løgreglusamstarvið, Europol, og við starvsfólki og útgerð frá limalondunum.
7:
Sjeynda punktið er at stuðla handfaringini í frontlinju-londunum. Millum annað skulu ES-londini í frontlinjuni fáa hjálp frá felagsskapum, stovnum og øðrum ES-londum fyri at tryggja, at móttøkustøðir - sonevndu hot-spots, fáa fingramerki frá migrantum og fáa identificerað og skrásett teir, og samstundis skal skipast fyri flyting og heimsending innan novembermánaði er liðin.
8:
Áttanda punkt og seinasta punktið er, at fleiri pengar skulu latast til asyl og innanhýsis trygd.
Fíggingin av ES-neyðhjálpargrunninum fyri asyl, integratión og migratión skal økjast og tað skal fíggingin av Grunnurin fyri innanhýsis trygd eisini. Hesin grunnurin stuðlar handfaringini av uttaru landamørkunum í ES.
Kelda: tv2.dk