Kommunan má sjálv gera fyribils skúlastovur

Kommunan má sjálv gera fyribils skúlastovur
Tórshavnar kommuna noyðist sjálv at gera skúlastovurnar eystan fyri Sjónleikarahúsið og keypa vesivognin, ið annars hevur verið leigaður
Tórshavnar kommuna noyðist sjálv at taka á seg fyribils skúlastovurnar eystan fyri Sjónleikarhúsið og keypa vesivognin, sum kommunan hevur leigað til stovnurnar fyri 35.000 kr. um árið
 
01.10.2015 - 14:42

Tórshavnar kommuna noyðist sjálv at taka á seg fyribils skúlastovurnar eystan fyri Sjónleikarhúsið og keypa vesivognin, sum kommunan hevur leigað til stovnurnar fyri 35.000 kr. um árið.

Býráðið ætlaði at fáa 750.000 krónur fyri tær fýra skúlastovurnar, men bara tvey tilboð komu, annað var 60.000 krónur og hitt 400.000 krónur.

Nú mælir umsitingin hjá býráðnum til, at skúlastovurnar ikki verða seldar, og at vesivognurin verða keyptur fyri 555.000 krónur, sum skulu takast av kontuni hjá Skúlanum á Fløtum.

Málið beint víðari í Mentamálanevndina

Heldur enn at selja fyribilsskúlastovurnar fyri nógv minni enn metta søluvirðið og lata tær av hondum, verður skotið upp, at verkætlanin Skúlin á Fløtum av íløgujáttanini fyri 2015 keypir tær og vesivognin at brúka til verkætlanina á staðnum, tá bygt verður, 

Tað stendur í dagsskránni fyri býráðsfundin mikukvøldið.

Har verður undir øllum umstøðum neyðugt hjá kommununi at hava arbeiðshøli til síni verkætlanarfólk. Fíggjarnevndin hjá býráðnum mælti býráðnum til at flyta 555.000 kr. frá Skúlanum á Fløtum til Kommunuskúlan.

Býráðið samtykti einmælt í gjárkvøldið at beina málið í Mentamálanevndina. Tórshavnar kommunu stendur í boði at leiga eina hædd í bygninginum hjá Fótbóltssambandinum við Tórsvøll at brúka til skúlastovur fyri 24.542 kr. um mánaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693