Harðskapur, klipp í koyrikortið og ófriður

Harðskapur, klipp í koyrikortið og ófriður
Løgreglan hevur havt úr at gera í nátt. Serliga í Klaksvík vóru boð fleiri ferðir eftir løgregluni
 
04.10.2015 - 10:34

Ferðmátingar vórðu gjørdar, og ein ungur bilførari fekk koyriforboð, eftir at hann varð tikin fyri aðru ferð. Tað hendi í Hvalvík í nátt, tá hann varð tikin fyri at koyra 106 km um tíman, har sum loyvt er at koyra 80 km um tíman. Tað gevur klipp í koyrikortið, og tá hann frammanundan hevði fingið eitt klipp fyri ov nógva ferð, hevur hann fingið forboð fyri at koyra bil.

Við Áir vóru fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt, teir koyrdu millum 106 og 108 km um tíman, og allir fýra fingu klipp í koyrikortið.

Ein bilførari varð tikin í bygdini í Kollafirði, fyri at koyra 80 km um tíman, har loyvt er at koyra 50, og hann fær eisini klipp í koyrikortið.

Ófriður í Klaksvík

Tríggjar ferðir var løgreglan boðsend í Klaksvík, tí har var ófriðarligt. Fyrstu ferð var talan um ófrið uttanfyri eitt skeinkistað, men løgreglan fekk sissað fólk, so har hendi einki stórvegis. 

Í morgun vóru aftur boð eftir løgregluni, tí ófriður var. Talan var um ein av teimum somu, sum órógvaði fyrr um náttina. Hann varð tikin við á løgreglustøðina, og síðani koyrdur til hús.

Í Klaksvík var løgreglan eisini eftir einum pari, sum ikki kundi semjast úti á gøtuni. Teu vóru somikið harðlig við hvørt annað, at fólk boðaðu løgregluni frá. Løgreglan kom eftir, at tey áttu eitt pinkubarn saman, og tí er tað málið latið barnaverndini, upplýsir løgreglan.

Uttanfyri eitt skeinkistað fóru nøkur fólk til hendurs í nátt, løgrglan fekk kortini sissað fólkini, so har hendi ikki meir.

Leita framvegis eftir vitnum

Í vikuni sóknaðist løgreglan eftir vitnum í einum neyðtøkumálið við Sjónleikarhúsið í Havn.

Nøkur fólk hava boðað frá, at tey kanska hava sæð okkurt, og arbeitt verður víðari við tí málinum, upplýsir løgreglan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502