Dómur í »tollmálinum« fellur 18. november

Dómur í »tollmálinum« fellur 18. november
Dómur í málinum, har Jørgen Niclasen, nú fyrrverandi landsstýrismaður, stevndi fýra fjølmiðlafólkum fyri ærumeiðing, verður sagdur um seks vikur
Dómur í sonevnda tollmálinum fellur mikumorgunin 18. november klokkan 9, kunngjørdi Eystari landsrættur, ið hevur viðgjørt málið í fýra dagar, fyri løtu síðani
 
07.10.2015 - 14:20

Dómur fellur ikki í sonevnda tollmálinum fyribils. Tað er greitt, eftir at tann seinasti dagurin, sum Eystari landsrættur hevði sett av - nú rætturin er í Føroyum - er liðugur.

Eystari landsrættur kunngjørdi fyri løtu síðani, at dómurin í sonevnda tollmálinum verður sagdur um seks vikur. Tað vil siga mikudagin tann 18. november klokkan 9.

Fekk viðhald í Føroya rætti

Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismaður, stevndi Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara, og Jan Lamhauge, tíðindamanni, og Sveini Tróndarsyni, fyrrverandi redaktøri á Portalinum, fyri ærumeiðing.

Tá málið var fyri í Føroya rætti, fekk Jørgen Niclasen viðhald frá rættinum í øllum ákærum sínum móti teimum trimum kringvarpsfólkunum og fyrrverandi starvsfólkinum hjá Portalinum.

Tey fýra fjølmiðlafólkini vórðu 25. februar dømd at rinda 50.000 krónur í endurgjaldi og dagbøtur. Kringvarpsfólkini og Sveinur Tróndarson skutu dómin inn fyri Landsrættin, ið hevur viðgjørt málið seinastu dagarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025