Avbjóðingin at fáa óstøðuga vindin til høldar

Avbjóðingin at fáa óstøðuga vindin til høldar
Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, helt í dag røðu á arktisku ráðstevnuni The Arctic Circle í Reykjavik
 
17.10.2015 - 16:20

- Avbjóðingin hjá SEV í løtuni er fáa sum mest av óstøðuga vindinum til høldar, samstundis sum elveitingin er støðug. Tað skal m.a. gerast við nýggju battarískipanini í Húsahaga. 

Tað segði Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, tá hann helt røðu á arktisku ráðstevnuni, The Arctic Circle, í Reykjavík í dag.

SEV-stjórin segði, at ein onnur avbjóðing er, at ov lítið av vatni og vindi er um summarið, og tí verður arbeitt við loysnum, sum kunnu goyma vindorkuna í longri tíð, t.d. við eini pumpuskipan og møguleikanum at gera vetni/brint úr vatni. 

Hann segði, at Føroyar hava ikki møguleika at binda í størri el-net og keypa orku haðani, sum t.d. Danmark, ið kann keypa el-orku úr Svøríki og Týsklandi. Tí noyðast Føroyar at hava sína egnu backup-skipan. 

Hákun Djurhuus greiddi frá grønu kósini hjá SEV, sum hevur til endamáls at gera Føroyar óheftar av olju í 2030, tá øll elorka á landi skal koma frá varandi orkukeldum, t.e. vindi, vatni, sjóvarfalli og sólorku. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763