Slakar 22 milliónir til nýggju ferjuna strikast

Slakar 22 milliónir til nýggju ferjuna strikast
Tað skuldi takast í fullum álvara, tá Henrik Old, landsstýrismaður, herfyri kunngjørdi, at nýggja Nólsoyarferjan skal bíða
Í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum kom í Løgtingið fríggjadagin, biður Henrik Old um, at slakar 22 milliónir krónur, sum eru ætlaðar Nólsoyarferjuni í ár verða strikaðar í fíggjarlógini
 
26.10.2015 - 08:01

Tí í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum kom í løgtingið fríggjadagin, biður Henrik Old um, at slakar 22 milliónir krónur, sum eru ætlaðar Nólsoyarferjuni í ár, verða strikaðar í fíggjarlógini, tí byggingin verður útsett.

Fyrst í oktober boðaði Henrik Old frá, at hann ætlaði at útseta nýggja skipið til Nólsoyarleiðina til Sandoyartunnilin er liðugur um seks ár.

SÍ EISINI Ósemja um nólsoyarferju

- Skipið verður nógv minni enn Ternan, og kann tí ikki brúkast sum avloysaraskip á Sandoyarleiðini. Skipið verður eisini nógv dýrari enn ætlað, segði landsstýrismaðurin.

Sambært verklagslógini skal Nólsoyarferjan ikki kosta meira enn 50 milliónir kr. Men tilboðini, sum Strandfaraskip landsins hava fingið, vísa, at skipið fer at kosta okkurt um 70 milliónir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762