Umvælingin kostar 10 milliónir meira enn mett

Umvælingin kostar 10 milliónir meira enn mett
Tað fer at kosta omanfyri 40 milliónir krónur at umvæla Ellis- og røktarheimið á Sýnini í Vágum, og ikki 30 milliónir, sum mett varð frammanundan
Ellis- og røktarheimið á Sýnini í Vágum kostar væl meira at umvæla enn upphæddin, sum landið hevur játtað kommununum
 
04.11.2015 - 09:51

Ellis- og røktarheimið á Sýnini í Vágum kostar væl meira at umvæla enn upphæddin, sum landið hevur játtað kommununum.

Landið játtaði upprunaliga 31,5 milliónir krónur í studningi og rentufríum láni, tá Sørvágs og Vága kommunur í 2014 yvirtóku heimið.

Nú heimið skal umvælast, siga kommunurnar, at umvælingin fer at kosta kosta 10 milliónir meira, altso omanfyri 40 milliónir krónur.

SÍ EISINI Arbeiðið at umvæla heimið á Sýnini verður boðið út

Kommunurnar søktu 30. september Fíggjarmálaráðið og Almannamálaráðið um, at landið rindar helvtina av teimum 10 milliónunum, og at kommunurnar sjálvar rinda hinar fimm milliónirnar.

Í síðstu viku kom svarið úr Almannamálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum, og tað er nei. Kommunurnar mugu sjálvar gjalda eykakostnaðin.

Landsstýriskvinnurnar, Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen, vísa á, at tað stendur longu í avtaluni, at møguligar meirútreiðslur eru landskassanum óviðkomandi, og tí fáa kommunurnar ikki meira pengar úr landskassanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678