Brúktu fitt av salti í vetur

Brúktu fitt av salti í vetur
Seinasta vetur koyrdi Landsverk 2.800 tons av salti á vegirnar, og tað sigur nakað um veturin
Í vetur brúktu Landsverk 2.800 tons av salti til vegirnar, veturin 2013-2014 fóru bara 1.173 tons av salti á vegirnar
 
10.11.2015 - 10:22

Tí veturin frammanundan, veturin 2013-2014, fóru bara 1.173 tons av salti á vegirnar. Landsverk minnir tey, sum eiga bil, á at skøða bilarnar til veturin og koyra eftir umstøðunum.

Fyrsta hálkan hevur longu verið. Hon var sunnudagin 25. oktober, tá vandi var fyri hálku á Vestmannavegnum, Oyggjarvegnum, millum Fjarða og við Skálafjørðin.

103 hálkudagar seinasta vetur

Bara tann dagin, 25. oktober í fjør, vóru 2,6 tons av salti stroydd á hesi vegarstrekki. Seinasta vetur var nógvur kavi. Stórkavarnir í januar og februar darvaðu ferðsluni í fýra dagar.

Frá september í fjør til mai í ár vóru 103 hálkudagar, 27 fleiri enn veturin frammanundan. Men onnur ár vóru verri til hálku.

Í 2012/2013 vóru 132 hálkudagar, og veturin 2009-2010 vóru 141 hálkudagar, upplýsir Landsverk, sum hevur brynjað seg til veturin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678