Filmaði tá konsertin bleiv til helviti

Filmaði tá konsertin bleiv til helviti
Ein privatupptøka vísir løtuna, tá ein konsert í París fríggjakvøldið varð til blóðbað, tá vápnaðir yvirgangsmenn byrjaðu at skjóta frá hond
Amerikanski rokkbólkurin, Eagles of Death Metal, spældi í spælistaðnum, Bataclan, tá vápnaðir yvirgangsmenn byrjaðu at skjóta frá hond á konsertini fríggjakvøldið
Mynd: Skíggjamynd, seb_snow á Instagram  
 
15.11.2015 - 13:55

»Seinastu tónarnir áðrenn skjóting, panik og ræðslu«

Soleiðis skrivar seb_snow, ein brúkari á heimasíðuni hjá Instagram, um eina upptøku, hann hevur lagt á netið í kjalarvørrinum á yvirgangsatsóknini í París fríggjakvøldið.

Upptøkan niðanfyri her vísir pallin, har tónleikarnir spæla, í teirri løtuni fyrstu skotini verða latin av aðrastaðni í hølinum í franska spælistaðnum, Bataclan.

Í løtuni eftir at upptøkan omanfyri varð tikin upp, lótu fleiri enn 80 fólk lív, tá vápnaðir yvirgangsmenn byrjaðu at skjóta frá hond í eini konsert í franska høvuðsstaðnum fríggjakvøldið.

1500 fólk vóru til konsertina við amerikanska rokkbólkinum, Eagles of Death Metal, tá gerningsmenninir byrjaðu at skjóta frá hond, áðrenn teir sprongdu seg sjálvar í luftina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098