Fá yvirlit: Tað stendur í fíggjarlógaruppskotinum

Fá yvirlit: Tað stendur í fíggjarlógaruppskotinum
Fíggjarlógaruppskotið fyri 2016 verður í løtuni lagt fram á tíðindafundi í Tinganesi. Fá yvirlit yvir tølini í fíggjarlógaruppskotinum her
Barsilsloyvi skal leingjast, ískoyti verður latið til fátækar familjur, skattalætti verður latin til lág- og miðallønt stendur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2016. Fá yvirlit yvir høvuðstølini her
Mynd: KvF  
 
17.11.2015 - 09:35

Høvuðstølini
• 12 milliónir krónur í yvirskoti
• 220 milliónir krónur brúkast til íløgur
 
Skattalætti til lág- og miðallønt
• 150 milliónir krónur í skattalætta til lág- og miðallønt
• Einfaldari og stigvaksandi skattastigi
 
Barsilsloyvi leingjast
• Úr 38 upp í 44 vikur
• Gjaldið hækkar 0,07%
 
Familjuískoyti til fátækar familjur
• 8,6 milliónir krónur settar av
 
Kringvarpsgjaldið umleggjast
• Hvør einstakur skal gjalda 1800 krónur um árið
• Øll undir 24 ár frítikin
• Fólk eldri enn 66 ár gjalda 600 krónur um árið
• Kringvarpsgjaldið verður frítikið fyri mvg
 
Pensjónistar fáa ein lætta
• Samhaldsfasti hækkar
• Viðbótin hækkar
• Grundupphæddin lækkar
• Kringvarpsgjaldið lækkar
 
Hægri útbúgvingar
• Búskaparfrøði byrjar á Setrinum í 2016
• Fleiri sjúkrafrøðingar takast inn á Setrið
• Átta milliónir krónur settar av til kampus
 
Talgilding
• 10 milliónir krónur til talgilda undirskrift
 
Gjøld á ali- og fiskivinnu
• Alivinnan rindar 108 milliónir krónur
• Fiskivinnan rindar 178 milliónir krónur
• 15% seljast á uppboði
 
Hægri gjøld
• Inngjaldið til Samhaldsfasta hækkar 
• Hægri bensin- og diesel avgjøld
• Barsilsgjaldið hækkar
 
Annað
• Útlendingamál yvirtakast
• Landsbankin endurstovnast
• Búskapargrunnur setast á stovn
• Hægri neyðhjálp

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659