- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyska frálandavinnan í kreppu
Jens Meinhard Rasmussen er stjóri í Skansi Offshore. Hann sigur við Dimmalætting, at tey av álvara merkja kreppuna í vinnuni, men at tey fara at klára skerini.
- Inntøkurnar hjá okkum eru als ikki sum ætlað, langt burturfrá, men tíbetur hava vit nakrar langtíðar sáttmálar, sum er ryggurin í fyritøkuni í dag, sigur hann við Dimmalætting. Eitt amboð, sum Skansi Offshore brúkar fyri at hóra undan, er at koyra fólkini niður í løn. Tað kunnu tey, tí at manningin hevur ligið yvir minimumssáttmálanum.
- Vit hava verið noyddir at skera í hýrunum, og vit vera helst noyddir at fremja fleiri sparingar frameftir, sum útlitini eru nú, sigur Jens Meinhard Rasmussen við blaðið. Hann sigur, at hetta er ein álvarsom støða - og at hon verður uppaftur meira álvarssom. Hjá Thor eru tey av somu sannføring.
- 2016 verður eitt ringt ár, men 2017 verður helst uppaftur verri, sigur Alfred Joensen frá Thor Offshore. Eisini har repa tey seglini.
- Fýra av okkara gomlu skipum liggja í løtuni, og vit ætla okkum eisini at selja burtur av teimum gomlu skipunum í flotanum, sigur hann við Dimmalætting. Í Thor hava tey ikki rørt hýrurnar enn, men samanborið við Skansi Offshore, brúka tey eisini útlendska manning umborð, sum krevur lægri hýru.