Stjórin í BankNordik koyrdur

Stjórin í BankNordik koyrdur
John Rajani, stjóri í BankNordik, er farin úr starvinum. Tað boðar bankin frá í fráboðan til keypsskálarnar í morgun.
John Rajani, stjóri í BankNordik, er koyrdur. Í sambandi við tillaging av setanartreytunum hjá samtaksleiðsluni eru nevndin og John Rajani, stjóri, vorðin ósamd
 
23.11.2015 - 07:41

Í sambandi við tillaging av setanartreytunum hjá samtaksleiðsluni eru nevndin og John Rajani, stjóri, vorðin ósamd. Tí hevur nevndin tikið avgerð um at siga upp samstarvið. Starvið verður ikki sett aftur. 

Árni Ellefsen, forstjóri, fer í fyrstu syftu at taka við uppgávunum hjá John Rajani viðvíkjandi føroyska og grønlendska vinnukundavirkseminum, og Rune Nørregaard, kredittstjóri, fer fyribils at røkja uppgávurnar viðvíkjandi skaða- og lívstrygging

BankNordik ætlar kortini ikki at selja vinnukundarnar í Danmark. BankNordik boðaði tann 23. september í ár frá, at bankin var farin undir eina sølutilgongd viðvíkjandi danska vinnukundavirkseminum.

Vinnukundavirksemið í Danmark tillagast

Við støði í vegleiðandi boðunum, sum eru komin, hevur bankin í staðin valt at fremja eina stýrda avtøku av danska vinnukundavirkseminum, av tí at hetta verður mett at vera ein búskaparliga betri loysn enn ein søla.

Bankin væntar, at meginparturin av danska vinnukundavirkseminum verður avtikin í ár og í fyrru helvt av 2016.  Tað fer at geva møguleika fyri at gjalda eitt serligt vinningsbýti, sum verður í mesta lagi 200 mió. kr.

Afturat hesum serliga vinningsbýtinum væntar bankin, sum áður fráboðað, at tá sølan av íslendska tryggingarfelagnum Vørði er avgreidd, fer at bera til at gjalda vinningsbýti, sum verður í minsta lagi 100 mió. kr. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Undansending
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926