Sjey søktu stjórastarvið

Sjey søktu stjórastarvið
Sjey umsøkjarar eru til starvið sum skúlastjóri í nýggja Skúlanum við Streymin, sambært Skúlablaðnum
Tá freistin at søkja stjórastarvið í samanlagda skúlanum við Streymin var úti, hevði Mentamálaráðið fingið sjey umsóknir
 
26.11.2015 - 10:22

Býráðið í Sunda kommunu hevur samtykt at hava ein fólkaskúla í kommununi, og hann verður við Streymin og byrjar næsta skúlaár.

Í tveimum skúladømum hava fólk tó biðið um fólkaatkvøðu um avgerðina at leggja skúlarnar í bygdunum niður.

SÍ EISINI Fólk vilja hava fólkaatkvøðu um samanlegging

Fólkaatkvøða verður um tveir mánaðir um skúlan í Hósvík og um skúlan í Hvalvík, sum eisini er fyri Streymnes og Saksun.

Býráðið fer at virða úrslitið av fólkaatkvøðunum, hevur borgarstjórin sagt. Verður meiriluti fyri at varðveita skúlarnar, halda teir fram í Hósvík og Hvalvík, men sum partur av Skúlanum við Streymin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. februar
RagnarRokk: Samuel Ervin Beam um Hen´s Teeth
204876
Fríggjadag 27. februar
Morgunlestur fríggjadagur 27.februar 2026
204599
Hósdag 26. februar
RagnarRokk 26.februar 2026
203954
Hósdag 26. februar
RagnarRokk: Zac Tell um Before We All Die
203953
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735
Hósdag 26. februar
Sophilia: Føroyingar
204816
Hósdag 26. februar
Bjarki: Summar
204811
Hósdag 26. februar
Emma: Kvøða til pinkubarnið
204813