Matrikuldómur í Vestmanna

Matrikuldómur í Vestmanna
Í seinastu viku segði Føroya rættur ein sonevndan matrikuldóm um fjøruna í Vestmanna, skrivar heimasíðan hjá Umvørvisstovuni
Matrikuldómur í Vestmanna
Mynd: Umhvørvisstovan  
 
29.11.2015 - 15:14

Tað merkir, at nú er næstan komið á mál í drúgva málinum um nýmatrikuleringina av fjøruni av Grønanesi og inn til Fossá.

Í tíðarskeiðinum 1965 til 1997 vórðu allar Føroyar matrikuleraðar. Tí eru ognarviðurskiftini í Føroyum sum heild væl lýst í matriklinum. Í ávísum førum hevur tað tó víst seg, at samsvar ikki hevur verið millum viðurskiftini á staðnum og skrásetingina av ognarviðurskiftunum í matriklinum. Hetta er galdandi fyri fjøruna í Vestmanna. Tá bygdin varð matrikulerað í 1978, var grundarlagið m.a. korttilfar, ið varð gjørt í sambandi við útskiftingina, ið varð framd fyrst í 30’unum.

Við tíðini er brúkið av fjøruni og lendinum fram við strondini nógv broytt. Neyst eru umbygd ella tikin niður, nýggj neyst eru bygd, og dráttir og brúgvar eru komin afturat. Í mongum førum er matrikulin ikki samsvarandi rættaður, og tí varð farið í holt við at gera eina nýmatrikulering av økinum. Tað er henda, ið nú er staðfest í einum sonevndum matrikuldómi.

Matrikuldeildin á Umhvørvisstovuni fer nú undir at rætta matrikulkort og matrikul í tráð við dómin. Tá hetta arbeiðið er liðugt, verður málið latið tinglýsingini, sum dagførir eigaralistan, servituttir v.m. Hetta arbeiðið er væntandi liðugt í næstum, og málið um fjøruna í Vestmanna verður sostatt avgreitt í ár, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862