Harmast um at KvF ikki tók ímóti praktikanti

Harmast um at KvF ikki tók ímóti praktikanti
Rigmor Dam hevur svarað Ingolf S. Olsen uppá fyrispurning um, at Kringvarpið ikki tók ein journalistlesandi í starvsvenjing
 
06.12.2015 - 16:42

Landsstýriskvinnan í mentamálum sigur seg harmast, at Kringvarpið ikki bjóðaði einum journalist-lesandi starvslærupláss, hóast viðkomandi søkti í góðari tíð.

Løgtingsmaðurin Ingolf S. Olsen spurdi Rigmor Dam, hvat hon heldur um ta støðu, at Kringvarpið segði "nei" til at taka ein journalistlesandi í starvslæru við tí grundgeving, at stovnurin hevur ikki fíggjarliga orku til tað.

Og tað heldur landsstýriskvinnan lítið um.

-Tað átti at verið ein natúrligur partur av virkseminum hjá okkara einasta almenna miðli at luttaka í upplæringini av nýggjum journalistum. Stovnurin átti at lagt virksemið soleiðis til rættis, at hetta var møguligt, svarar Rigmor Dam, sum í sama viðfangi vísir á, at sjálvandi hevur Kringvarpsstjórin eisini ábyrgdina av, at raksturin hjá stovninum hongur saman fíggjarliga.

Sambært Kringvarpinum kostar tað stovninum okkurt um 26.000 krónur um mánaðin at hava ein journalistlesandi í starvslæru.

Í svarinum sigur landsstýriskvinann seg umhugsa at seta átøk í verk, sum skulu trygga, at Kringvarpið skipar raksturin soleiðis, at pláss er fyri starvslesandi, tá tey søkja í góðari tíð. Tað kann gerast í einum public service sáttmála millum Kringvarpið og Mentamálaráðið, sum skal koma í staðin fyri sáttmálan, sum fóru úr gildi 31. desember í 2013 - fyri skjótt tveimum árum síðani.

Rigmor Dam sigur seg fara at taka stig til at gera ein nýggjan public service sáttmála. Og landsstýriskvinnan vil hava ásetingar um starvslesandi við í ein komandi public service sáttmála.

Løgtingsmaðurin fyri Tjóðveldi vildi eisini hava landsstýriskvinnuna at svara uppá, hvussu tað sampakkar við ynskið hjá samgonguni um fólkavøkstur, millum annað við at fáa útisetar at flyta heimaftur, at ein almennur stovnur noktar at taka ímóti starvsnæmingum.

Rigmor Dam sigur seg vóna, at Kringvarpið í framtíðini fer at raðfesta starvsvenjingarpláss ovarlaga.

Sambært svarinum hjá landsstýriskvinnuni hevur Kringvarpið tikið ímóti tveimum journalistlesandi í starvsvenjing síðani útvarpið og sjónvarpið vórðu løgd saman 1.januar í 2005.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804