- Fyri neyðini at bankin verður endurstovnaður

- Fyri neyðini at bankin verður endurstovnaður
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum heldur, tað er í tøkum tíma, at Landsbanki Føroya, ið fór í søguna í apríl 2013, nú verður endurstovnaður
Tað er harðliga fyri neyðini, at Landsbankin verður endurstovnaður. Í øllum førum sambært Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum
 
11.12.2015 - 07:58

Tað er harðliga fyri neyðini, at Landsbankin verður endurstovnaður. Í øllum førum sambært Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum spurdi landsstýriskvinnuna, hvørjar uppgávur í fíggjarmálum ikki verða nóg væl røktar, síðani Landsbankin skal endurstovnast.

Landsbankin fær fimm uppgávur

Kristina Háfoss svarar við at nevna fimm uppgávur. Tær fimm uppgávurnar, sum sambært landsstýriskvinnuni ikki verða nóg væl røktar, eru: 

● óheft tjóðar-búskaparlig ráðgeving til land, løgting, vinnu, kommunur, fjølmiðlar og almenningin

● fíggjarligt váðaráð

● støðug frágreiðing um føroyska búskapin, um fíggjarligar váðar og fíggjargeiran

● kunning um búskaparstøðuna til útheimin

● samskipað umsiting av ogn og skuld

Figgjarøkið er í dag partvíst yvirtikið, tryggingarfeløg, pensjónsfeløg og realkredittfeløg eru undir føroyskari lóg og føroyskum eftirliti.

Fíggjarnevndin spurdi landsstýriskvinnuna, um ætlanin er at yvirtaka málsøkið peningastovnar. Um tað er eingin ætlan í løtuni, og tann yvirtøkan er heldur ikki nevnd í samgonguskjalinum, svarar Kristina Háfoss.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762