Pensjónistar: landsstyrið biður løgtingið um hjálp

bannari
Pensjónistar: landsstyrið biður løgtingið um hjálp
Landsstýriskvinnur stúra fyri, at fólkapensjónin minkar, áðrenn Samhaldsfasti hækkar. Tað má løgtingið orðna
Eyðgunn Samuelsen, landsstýrsikvinna, vil sleppa at áseta við kunngerð, nær grundupphæddin í fólkapensjónini minkar.
 
12.12.2015 - 15:36

Landsstýrið er nú komið eftir, at tað riggar ikki, at fólkapensjónin minkar uttan at útgjaldið frá Samhaldsfasta  veksur sama dagin.

Tí hava landsstýriskvinnurnar Eyðgunn Samuelsen og Kristina Háfoss biðið løgtingið síggja til, at báðar broytingarnar henda í senn.

Í staðin fyri at siga, at broytingin í fólkapensjónini kemur í gildi 1.januar 2016, skal standa í lógini, at landsstýriskvinnan ásetur í kunngerð, nær lógin kemur í gildi. 

Endamálið við broytingini er at tryggja, at samsvar verður millum broytingarnar í grundupphæddini og viðbótini í fólkapensjónini og hækkingini í útgjaldinum úr Samhaldsfasta. 

Eiga at fylgjast

Løgtingið kann ikki broyta fólkapensjónina, uttan at vissa er fyri, at árliga útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkar í 2016, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna. 

Samstundis biður Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, løgtingið síggja til, at stýrið fyri Samhaldsfasta ger skjótt av, so útgjaldið hækkar sum skjótast. 

Í staðin fyri at fáa til 1.april næsta ár at taka avgerð um at hækka inngjaldið, skal stýrið fyri Samhaldsfasta bara fáa freist til 10.januar at hækka útgjaldið. 

Endamálið við broytingini hjá Kristinu Háfoss er tann sama sum hjá Eyðgunn Samuelsen, tað er at tryggja, at samsvar verður millum ætlaðu broytingarnar í grundupphæddini og viðbótini í fólkapensjónini og hækkingina í Samhaldsfasta. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037