Óvist um Skálabotnur verður hvalvág

Óvist um Skálabotnur verður hvalvág
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Helga Abrahamsen
 
09.01.2016 - 09:56

Óvist er, um loyvt verður at drepa grind í Skálafirði.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevur svarað fyrispurningi frá Helga Abrahamsen, tingmanni, sum vil vita, um landsstýrismaðurin fer at góðkenna Skálafjørð sum hvalvág.

Høgni Hoydal svarar, at uppskot áður hevur verið frammi um at góðkenna hvalvág í Skálabotni, men at hvalvágin ikki varð góðkend, tí spillvatn varð latið út í økinum.

Í svarinum stendur ikki, um hendan umhvørvisstøðan er broytt, ella um kanningar verða gjørdar av dálkingarstøðuni,

Men har stendur, at avgerð er ikki tikin um, hvørt Skálabotnur ella Skálafjørður verður góðkend ella fyribilsgóðkend sum hvalvág í nýggju grindakunngerðini, sum Fiskimálaráðið í løtuni fyrireikar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775