Nú sært tú áhugamálini hjá landsstýrisfólkunum

Nú sært tú áhugamálini hjá landsstýrisfólkunum
Landsstýrisfólk skulu nú almannakunngera persónlig áhugamál og ognarviðurskifti. Skipanin skal tryggja størri gjøgnumskygni, sigur løgmaður
Poul Michelsen eigur millum annað partapening í P/f Poul Michelsen, og partabrøv í BankNordik. Áhugamálini og ognarviðurskiftini hjá landsstýrisfólkunum eru nú kunngjørd
 
14.01.2016 - 11:41

Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, eigur 12 prosent av partapenigninum í P/f Poul Michelsen, sæst í listanum, ið er kunngjørdur.

Hann eigur eisini 55 prosent av partapeninginum í PM Holdning, sum aftur eigur 46 prosent av partapeninginum í P/f Poul Michelsen.

Les um øll áhugamálini og ognarviðurskiftini hjá landsstýrisfólkunum á slóðini her: Persónlig áhugamál og ognarviðurskifti

Í yvirlitinum sæst eisini, at Poul Michelsen eigur 476 partabrøv í BankNordik, og at hann er limur í millum annað HB og Sílaveiðufelagnum.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, eigur 50 partabrøv í Atlantic Petroleum og 75 partabrøv í BankNordik. Hini landsstýrisfólkini eiga ikki partabrøv, sambært yvirlitinum.

Høgni Hoydal er limur í Grindamannafelagnum og H71, Henrik Old hevur verið á makrelfeltinum í 2011, og hevur eisini tikið móti makreli frá føroyskum trolarum, og er limur í VB og FC Suðuroy, sambært yvirlitinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234