Viðgera í dag uppskot um fríhandilssáttmála

Viðgera í dag uppskot um fríhandilssáttmála
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur biðið Løgtingið um at góðkenna fríhandilssáttmálan, sum skrivað varð undir fyri jól í 2014
Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot um fríhandilssáttmála við Turkaland, tá tingið kemur saman klokkan 13:30
 
18.02.2016 - 12:13

Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot um fríhandilssáttmála við Turkaland. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevur biðið Løgtingið um at góðkenna fríhandilssáttmálan, sum skrivað varð undir fyri jól í 2014.

Poul Michelsen sigur, at turkiski marknaðurin er áhugaverdur hjá føroyskum útflytarum. Serliga er áhugi fyri at útflyta uppsjóvarfisk og upsa. Eisini hevur alivinnan víst áhuga fyri at flyta út laks á turkiska marknaðin.

SÍ EISINI Vil hava fríhandilssáttmála góðkendan

Í 1992 varð fríhandilssáttmáli gjørdur millum EFTA og Turkaland, og hann hevur givið okkara kappingarneytum í Íslandi og Noregi kappingarfyrimun, tí føroyskar vørur noyðast at gjalda millum 25 og 49 prosent í tolli á turkiska marknaðinum, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum.

Sambært sáttmálanum skulu turkiskar landbúnaðarvørur, eisini fiskur og fiskavørur, ikki fáa verri sømdir á føroyska marknaðinum, enn tær, sum Føroyar veittu ES 1. januar í 2014.

Føroyskar vørur á turkiska marknaðinum verða tollaðar eins og vørur av íslendskum og norskum uppruna, og tollfrælsi verður at kalla á øllum fiskavørum, sum hava føroyskan uppruna.

Missa triðjalandstoll

Fríhandilssáttmálin hevur við sær, at Føroyar missa triðjalandstoll, ið verður kravdur av vørum, sum verða fluttar inn úr Turkalandi. Tollurin hevur seinastu árini ligið um tvær milliónir krónur um árið.

Men vinnan væntar, at føroyski útflutningurin til Turkalands fer at vaksa munandi, nú hon fær betri marknaðaratgongd. Óvist er, nær Turkaland fer at góðkenna fríhandilssáttmálan við Føroyar.

Undir samráðingunum varð upplýst, at tað er ikki sannlíkt, at sáttmálin verður góðkendur fyrr enn í ár, og at kanska fer at taka longur tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098