Broytingaruppskot til hoyringar av nýggjum

Broytingaruppskot til hoyringar av nýggjum
Seyðakjøt og neytakjøt, sum ikki er virkað í løggildum virki, kann seljast í matvøruhandlum, í torgsølu og á matstovu, stendur nú í viðmerkingunum
Uttanríkis- og vinnumálaráðið hava sent broytingarnar í matvørulógini til hoyringar av nýggjum. Lógarbroytingin umfatar eisini ræst kjøt og turt kjøt, sum annars hava undantak til 1. januar 2017
 
23.02.2016 - 09:27

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hava sent broytingarnar í matvørulógini til hoyringar av nýggjum. Endamálið við lógarbroytingunum er tó framvegis tað sama.

Tað er, at loyvt skal vera at selja seyðakjøt og neytakjøt, sum ikki eru virkað í løggildum matvøruvirki, í smásølu og ikki bara í durasølu sum nú.

Nýggja uppskotið er meira nágreiniligt enn tað gamla. Nú stendur í viðmerkingunum, at seyðakjøt og neytakjøt, sum ikki er virkað í løggildum virki, kann seljast í matvøruhandlum, í torgsølu og á matstovu.

SÍ EISINI Bæði fyrimunir og vansar í broytingaruppskoti

Matstovur vórðu ikki nevndar í viðmerkingunum um fyrra uppskotið. Lógarbroytingin umfatar eisini ræst kjøt og turt kjøt, sum annars hava undantak til 1. januar 2017.

Samstundis er Fólkaflokkurin komin við uppskoti, sum við neyvum ásetingum skal verja føroyska matmentan móti ásetingum, sum óneyðuga kunnu vera við til at minka útboðið av føroyskt framleiddum matvørum og darva menningini bæði av siðbundnu føroysku matvørunum og føroyskari gastronomi yvirhøvur.

Endamálið er eisini, sigur Fólkaflokkurin, at allar føroyskar rávørur skulu koma til sættis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204983
Leygardag 28. februar
TEMAPLÁTAN: 'Centerfield', John Fogerty, 1985
204756
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Leygardag 28. februar
Jambalaja - 280226
204966
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. mars
Andakt
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954