Advokatarnir fingu alt ov lítið í løn

Advokatarnir fingu alt ov lítið í løn
Tilnevndu advokatarnir í leiðsluni í Eik Banka í Danmark fingu ov lítla løn fyri arbeiðið í sakarmálinum, Fíggjarligt Støðufesti reisti
Teir fýra tilnevndu advokatarnir í leiðsluni í Eik Banka í Danmark hava fingið alt ov lítla løn fyri sítt arbeiði í stóra endurgjalds-sakarmálinum, sum Fíggjarligt Støðufesti hevur reist móti teimum
 
07.03.2016 - 16:28

Teir fýra tilnevndu advokatarnir í leiðsluni í Eik Banka í Danmark hava fingið alt ov lítla løn fyri sítt arbeiði í stóra endurgjalds-sakarmálinum, sum Fíggjarligt Støðufesti hevur reist móti teimum

Ritzau-tíðindastovan endurgevur úrskurð í Hægstarætti, sum hevur ógildað avgerðina frá Eystara Landsrætti í sama máli.

Samsýning minkað við 80 prosentum

Landsrætturin hevur ásett samsýning, sum er minkað við meira enn 80 prosentum sammett við teir tímarnar, sum advokatarnir hava brúkt til arbeiðið.

Skerjingin er gjørd uttan nærri grundgeving, og tí hevur Hægstirættur gjørt av, at landsrætturin skal taka støðu til upphæddirnar av nýggjum.

Peter Kierkegaard, sum er ein av teimum fýra advokatunum hjá leiðsluni í gamla Eik Banka í Danmark, sigur við Ritzau, at hann frøist um avgerðina hjá Hægstarætti.

Fíggjarligt Støðufesti reisti málið

- Tað hevur verið stórur trupulleiki fyri okkum, at vit ikki hava fingið samsýning fyri okkara arbeiði so hvørt, sigur Peter Kierkegaard.

Tað er Fíggjarligt Støðufesti, sum hevur reist stóra rættarmálið. Fíggjarligt Støðufesti er almenna fyritøkan, sum hevur yvirtikið fleiri bankar, sum eru farnir á húsagang, og kravið móti stevndu stjórunum, nevndarlimunum og grannskoðarunum í gamla Eik í Danmark er 250 milliónir.

Uppáhaldið hjá fíggjarligum Støðufesti er, at Eik banki á mongum økjum varð rikin púrasta ábyrgdarleyst.

Rættarmálið vaksið nógv

Rættarmálið, sum ikki er sett á dagsskránna hjá rættinum enn, er vaksið nógv í vavi, og fer væntandi at fevna um meira enn 100 rættarfundir. Og rættarmálið verður roynt, hóast eingi útlit eru fyri, at tey stevndu kunnu rinda tær mongu milliónirnar.

Í stríðnum um lønina halda teir fýra advokatarnir hjá Eik uppá, at Fíggjarligt Støðufesti arbeiðir politiskt í hesum málinum.

Fíggjarligt Støðufesti hevur noktað at upplýst, hvussu nógvar tímar teirra advokatar hava brúkt, men advokatarnir hjá mótpartinum halda, at talan er um mangar túsund arbeiðstímar.

Fingu lutvíst viðhald í oktober

Hvussu er og ikki, - Ritzau skrivar, at Fíggjarligt Støðufesti hevur skapt risastóran eftirspurning í advokatgeiranum við sínum fyrireikingum til stóru rættarmálini. Til og við 2014 hevur statsliga fyritøkan 148 milliónir krónur í advokatrokningum.

Fyrsti dómurin varð kunngjørdur í oktober í fjør, og Fíggjarligt Støðufesti fekk bara lutvíst viðhald. Kortini hevur Henrik Bjerre-Nielsen, stjóri sagt, at stóru rokningarnar frá mongu advokatunum verða rindaðar.

- At fáa rættarmálini viðgjørd hevur eisini virði í sjálvum sær, tí tað kann vera við til at bankaleiðslur verða meira ansnar, segði stjórin í Fíggjarligum Støðufesti í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819