Kim Kielsen á almenna vitjan hósdagin

Kim Kielsen á almenna vitjan hósdagin
Grønlendski landsstýrisformaðurin verður gestur hjá løgmanni
 
13.03.2016 - 11:19

Hósdagin koma grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, og kona hansara, Judithe Kielsen, á almenna vitjan.

Tá Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur tikið ímóti á flogvøllinum, verður farið at vitja alifyritøkuna Hiddenfjord í Vágum.

Eisini verður farið til Bíggjar.

Fríggjadagin hava løgmaður og Kim Kielsen fund í Tinganesi. Síðani verður farið til Klaksvíkar, har grønlendski landsstýrisformaðurin hittir Jógvan Skorheim, borgarstjóra. Eisini verður farið á Kósina.

Úr Klaksvík gongur leiðin til Fuglafjarðar at síggja uppsjóvarvirkið Pelagos.

Leygardagin verður farið til Dímunar, har bóndahjúnini taka ímóti. Eisini verður farið inn á gólvið hjá MBM og Føroya Tele í Havn. 

Áðrenn Kim Kielsen fer av landinum aftur mánadagin, vitjar hann í løgtinginum og vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595