Soleiðis kanst tú drekka og dansa alment á páskum

Soleiðis kanst tú drekka og dansa alment á páskum
Løgreglan hevur gjørt eitt yvirlit yvir, nær loyvi er at skeinkja og at dansa alment í náttarlívinum um páskirnar.
 
23.03.2016 - 13:40

Tað er sama spurningur á hvørjum ári:

Nær hava dansi- og skeinkistøð loyvi at hava opið um páskir?

Tað stutta av tí langa - tú mást einans dansa alment páskaaftan eftir midnátt, og tú kanst drekka alment meginpartin av páskadøgunum, men tú mást ikki larma.

 

Løgreglan hevur gjørt eitt yvirlit, ið byggir á halgidagslógina:

Skírisdag (hósdagin) er ikki loyvi at hava dans yvirhøvur.  Loyvi at skeinkja frá kl. 11 til 23.45, men tú mást ikki larma.

Langafríggjadag er ikki loyvi at hava dans yvirhøvur. Loyvi er at skeinkja frá kl. 11 til kl. 24, men tú mást ikki larma.

Páskaaftan (leygardagin) er loyvi at dansa frá kl 00.01 til kl. 03.45 (leygarmorgun). Loyvi er at skeinkja frá kl. 00.01 til kl. 03.45 (leygarmorgun) og kl. 11.00 til kl. 24.00 (leygardag)

Páskadag (sunnudag) er ikki loyvi at hava dans yvirhøvur. Loyvi er skeinkja frá kl. 11 til 23.45, men tú mást ikki larma frá kl. 11. til kl. 16.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087