Vilja royna ein dreingjaflokk

Vilja royna ein dreingjaflokk
Skála skúli hevur søkt Mentamálaráðið um at sleppa undir eina royndarverkætlan við einum flokki, sum bara er fyri dreingir
Skála skúli vil sleppa at royna eina royndarverkætlan við einum flokki, sum bara er fyri dreingir
 
11.04.2016 - 17:55

- Summir dreingir eru ógvuliga buldrutir og hava ilt við at savna seg um undirvísingina. Hóast teir eru gávaðir og hava gott arbeiðslag, hava teir ilt við at fáa tað burtur úr siðbundnu undirvísingini, sum teir kundu, sigur Don Joensen, skúlastjóri í Skála skúla, við Skúlablaðið.

Ætlanin er at hava dreingjaflokkin tvørtur um fleiri aldursstig. Undirvísingin skal vera øðrvísi og verður nógv uttandura og í náttúruni, har dentur verður lagdur á vísindaligu lærugreinarnar.

Nakrir dreingir fella uttanfyri

Næmingarnir hava kortini at varðveita tilknýtið til flokkin, tí dreingjaflokkurin verður bara ein partur av undirvísingini.

Don Joensen sigur við Skúlablaðið, at tað er at taka ov rívan til, at skúlin er ikki fyri dreingir, men hjá summum dreingjum er skúlin, sum hann vanliga verður skipaður, ikki nóg væl egnaður.

- Nógvir dreingir klára seg væl í skúlanum, men summir fella uttanfyri, og leggja vit undirvísingina til rættis eftir hesum dreingjum, so verða aðrir næmingar við sviðusoð, sigur hann.

Hava arbeitt við líknandi skipan

- Tí er ein loysn at gera eina roynd at skipa ein flokk við dreingjum, sigur Don Joensen við Skúlablaðið.

Skúlin á Skála hevur fyrr arbeitt við málrættaðari undirvísing til dreingir við góðum úrsliti, men nú er ætlanin at fara eitt stig longri.

- Lógir loyvir okkum at skipa ein dreingjaflokk, men neyðugt er at fáa tímar, tí verandi tímajáttan er so tepur, sigur Don Joensen, skúlastjóri á Skála.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Sunnudag 28. desember
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
202016
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871