Sjálvboðin kommunureformur

Sjálvboðin kommunureformur
Uppgávur fyri hundraðtals milliónir liggja í fyrisitingarligum eindum uttan fyri kommunurnar, nú eldraøkið og barnavernd eru løgd til kommunurnar
 
16.04.2016 - 15:12

Tí er tíðin kanska komin til at umrøða ein sjálvbodnan kommunureform. Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og formaður í Kommufelagnum.

Kommunufelagið hevði aðalfund í gjár, og í formansrøðuni segði Heðin Mortensen millum annað, at eftir at eldraøkið er lagt út til kommunurnar, eru sjey samstarvsøki umframt Tórshavnar Kommunu, sum taka sær av eldrarøkt og barnavernd.

Hetta merkir í veruleikanum, at uppgávur fyri hundraðtals milliónir í stóran mun liggja í fyrisitingarligum eindum uttanfyri kommunurnar, og tí kann sigast, at kommunurnar eru í ferð við at byggja upp nýggjar fyrisitingarligar eindir, sum bygnaðarliga liggja ímillum land og kommunur.

"Vit hava 30 kommunur, men samstundis hava vit sjey millumkommunalar eindir at fyrisita tungu málsøkini hjá kommununum, í summum førum fullkomiliga uttanfyri kommunalu eindirnar annars," segði Heðin Mortensen í formansfrágreiðingin.

Hann heldur tí, at stundin er komin til sjálvrannsakan. "Kanska stundin er komin til at umrøða ein sjálvbodnan kommunureform" - "Ella eina skipan, har nakrar kommunur fyrisita tey fíggjarliga og fyrisitingarliga tungu málsøkini, meðan aðrar keypa sær tænastur", segði Heðin Mortensen í formansrøðuni.

30 kommunur eru í Føroyum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858