Eik dregur í land

Eik dregur í land
Ein rættleiðing, sum varð send fjølmiðlunum í gjár, er tikin aftur av heimasíðuni
 
20.04.2016 - 13:27

Undir yvirskriftini "Rættleiðing til KVF", skrivaði forstjórin í Eik, Súni Schwartz Jacobsen, fyrrapartin í gjár eitt tíðindaskriv á heimasíðu bankans. 

Tíðindaskrivið frá bankastjóranum snúði seg um viðurskifti, sum mánakvøldið vórðu umrødd í Degi og Viku. 

Í Degi & Viku var víst á, at uttanhýsis grannskoðararnir hjá Eik, KPMG í Danmark, longu í mars 2013 gjørdu bankan varugan við, at sambært donsku siðvenjunum  hevði heimild neyvan verið fyri skattafrádráttinum, soleiðis sum Eik hevur kannað sær hann. 

Spekt segði tað sama

Sama søgan varð endurtikin í einum uppriti frá grannskoðaravirkinum Spekt í mars 2014. Tá kom Spekt til niðurstøðuna, at Eik neyvan hevði rætt til skattafrádráttin, hvørki sum rakstrartap ella goodwill.

Í gjár sendi Eik so eina rætting til fjølmiðlarnar, har Eik førdi fram, at Kringvarpið hevði stytt setningarnar, soleiðis at tað gav eina skeiva fatan av, hvat grannskoðararnir søgdu. 

"Í sendingini var steðgað við eitt komma, sum hevði vent søguni 180 stig", skrivaði Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik, í gjár. 

Dagur & Vika royndu í allan gjár at fáa eina viðmerking frá Súna Schwartz Jacobsen, so hann kundi greiða frá, hvat tað var, sum hann helt, vendi søguni 180 stig.

Sosialurin hevur eisini alment sett bankastjóranum spurning um tað sama.

Rættingin tikin av heimasíðuni

Men Súni Schwartz Jacobsen hevur ikki svarað enn. Men í dag var rættingin tikið av heimasíðuni hjá Eik.  

Kringvarpið hevur aftur í morgun roynt at fáa viðmerking frá Súna Schwartz Jacobsen, men tað hevur ikki eydnast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025