Eingin útbygging í Klaksvík

Eingin útbygging í Klaksvík
Tingið feldi uppskotið frá Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum um at útbyggja tekniska skúla í Klaksvík og at útvega skúlanum tíðarhóskandi amboð
 
20.04.2016 - 08:00

Tað verður ikki á hesum sinni, at tekniski skúli í Klaksvík verður útbygdur og fær tíðarhóskandi útgerð og amboð.

Løgtingið hevur felt uppskotið hjá Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum. 10 atkvøður vóru fyri og 12 ímóti.

Samgongumboðini í mentanarnevndini søgdu, at tá bygt verður út, og íløgur verða gjørdar í amboð og útgerð á miðnámsskúlaøkinum, eiga tær at verða raðfestar eftir einum heildarsjónarmiði, ið verður galdandi fyri ymsu útbúgvingarnar og ymsu økini í landinum.

Meirilutin segði seg hava álit á, at landsstýriskvinnan í sínum raðfestingum metir um tørvin á at útbyggja tekniska skúla og at útvega nýggj tól og amboð til skúlan.

Minnlutin í mentanarnevndini, - umboðini fyri andstøðuna, vísti m.a. á, at verkstøðini á tekniska skúla í Klaksvík ikki eru dagførd, síðani tey vórðu bygd seinast í 80-unum. 

Tí er neyðugt at geva skúlanum møguleika at útvega nyggjast amboðini, so næmingarnir verða kunnaðir um tær arbeiðsumstøður, sum eru á byggimarknaðinum nú, segði minnilutin í mentanarnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576