Hillary vann í New York

Hillary vann í New York
Hillary Clinton fekk 59 prosent av atkvøðunum og Bernie Sanders 41 prosent
 
20.04.2016 - 08:15

Hillary Clinton vann týdningamikla undanvalið hjá demokratunum í gjár í statinum New York, og við hesum nærkast hon við stórum fetum tilnevningini sum valevniðtil forsetavalið 8. november.

Bæði Clinton og mótstøðumaðurin, Bernie Sanders, hava gjørt nógv burtur úr valstríðnum í New York har tey bæði hava røtur.

Clinton býr í New York, og Sanders er føddur og vaks upp í Brooklyn í New York.

Tá góð 62 prosent av atkvøðunum vórðu taldr, hevði Clinton fingið 59 prosent av atkvøðunum og Sanders 41 prosent.

Undanvalið í New York um 291 valfólk er millum tey týdningamestu av øllum statum. Bara Kalifornia hevur fleiri sessir.

Mett út frá valfólkum, er 68 ára gamla Hillary Clinton framman fyri 74 ára gamla Bernie Sanders, sum tó undan valinum í New York hevur vunnið í sjey av teimum seinastu átta tatunum, har undan val hevur verið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655