ÍSF fær onga serjáttan til altjóða ítrótt

ÍSF fær onga serjáttan til altjóða ítrótt
Tingið hevur felt uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at marka 1,2 mió. kr. til altjóða kappingar
 
20.04.2016 - 09:25

ÍSF fær onga serstaka játtan at senda føroysk ítróttafólk til altjóða kappingar.

Løgtingið hevur felt uppskotið frá Fólkaflokkinum um at marka 1,2 milliónir í játtanini til ÍSF til altjóða luttøku.

Uppskotið fekk bara 8 atkvøður, 13 vóru ímóti, og tvær vóru blankar.

Samgonguflokkarnir í mentanarnevndini mæltu tinginum frá at samtykkja uppskotið. 

Meirilutin metti tað vera skeivt at gera broytingar í stuðulsjáttanini til ÍSF á fíggjarlógini fyri ár. 

Játtanin til ÍSF er hækkað 2,4 milliónir kr. seinastu trý árini, og meirilutin helt tað ikki vera rætt at leggja seg út í innanhýsis viðurskifti hjá ÍSF.

Minnilutin, Jógvan á Lakjuni, mælti til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin, Bjørn Kalsø, skeyt upp, at landsstýrið framvegis skal raðfesta játtanina til ÍSF í 2017 og í framtíðini, og í tí sambandi seta eina hóskandi upphædd av at styrkja altjóða luttøku.

Hetta uppskotið fall eisini, 11 vóru fyri og 12 ímóti. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974