Partabrøv: Kunnu ikki draga rentur frá

Partabrøv: Kunnu ikki draga rentur frá
Í 2006 og 2007 læntu fólk í Føroyum 200 mió. kr. at keypa partabrøv fyri. Nú verður kapitalvinningsskattalógin herd
 
20.04.2016 - 08:23

Lógin um kapitalvinningsskatt verður nú herd.

Sambært uppskoti, sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, legði fram í dag, fæst ikki longur frádráttur fyri rentur av lánum, sum fólk taka at keypa partabrøv fyri.

Møguleikin at mótrokna rentuútreiðslur í kapitalvinningi í fimm ár verður eisini strikaður.

Løgtingið samtykti í 2006, at fólk kundu draga rentur av lánum, tey tóku at keypa partabrøv fyri, frá í skatti.

Læntu 200 mió. kr.

Í 2006 og 2007 læntu fólk í Føroyum 200 mió. kr. til partabrævakeyp. 

Nógv komu illa fyri av hesum, tá partabrøvini mistu virðið, men lánið, sum tey keyptu partabrøvini fyri, var tað sama.

Í 2014 vórðu 2,2 mió. kr. drignar frá rentur av lánum, sum eru tikin at keypa partabrøv fyri. 

Lógarbroytingin, sum nú er á veg, verður tó bara galdandi fyri nýggj lán.

Sleppa ikki undan

Og tað fer ikki at bera til at sleppa undan kapitalvinningsskatti við at flyta av landinum.

Føroyar missa skatt, tá fólk, sum eiga partabrøv, flyta av landinum og selja partabrøvini, tá skattskyldan í Føroyum er liðug.

Hóast vinningurin av partabrævunum er komin, tá seljarin búði í Føroyum, ber ikki til at skatta vinningin í Føroyum.

Kapitalvinningsskatturin í Føroyum er 35 prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531