Kanning: 64 prosent fyri at broyta hjúnabandslóg

21.04.2016 - 11:44
AktueltSamfelag
Kanning: 64 prosent fyri at broyta hjúnabandslóg
Tveir triðingar av føroyingum taka undir við, at samkynd kunnu giftast borgarliga, vísir kanning, sum Kringvarpið og Miðlahúsið hava latið gera
 

Meginparturin av føroyingum tekur undir við, at tvey av sama kyni kunnu giftast borgarliga. 

Tað vísir nýggj meiningakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið og Miðlahúsið.

532 tilvildarliga valdir persónar, eldri enn 18 ár, eru spurdir, um teir taka undir við, at hjúnabandslógin verður broytt soleiðis, at tvey av sama kyni kunnu giftast borgarliga.

64 prosent fyri

64 prosent svara, at tey eru fyri borgarligari vígslu av samkyndum, meðan 30 prosent eru ímóti. Fimm prosent siga seg ikki vita.

Eins nógvar kvinnur og menn eru fyri, og serliga yngri bólkurin av føroyingum tekur undir við, at samkynd kunnu verða borgarliga vígd.

Av teimum, sum eru millum 18 og 24 ár, svara 79 prosent, at tey eru fyri, og 15 prosent eru ímóti.

Í bólkinum 25 til 39 ár eru 76 prosent fyri og 19 prosent ímóti. Tá aldursbólkurin hækkar, minkar munurin. Av teimum, sum eru 60 ár og eldri, eru 53 prosent fyri og 40 prosent ímóti. 

Flest í Suðurstreymi

Býtt yvir alt landið eru flest fyri í Suðurstreymi, og fægst eru fyri í Norðoyggjum. 

Í Suðurstreymoy eru 79 prosent fyri, og í Sandoynni eru 75 prosent fyri. Í Norðoyggjum eru 45 prosent ímóti, og 43 prosent eru ímóti í Eysturoynni.

89 prosent av framsóknveljarum eru fyri, 83 prosent av tjóðveldisveljarum, 75 prosent av javnaðarveljarum, 62 prosent av veljarunum hjá Nýggjum Sjálvstýri, og 50 prosent av veljarunum hjá bæði Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum eru fyri.

Hjá Miðflokkinum eru 16 prosent fyri og 84 prosent ímóti.

90 prosent at teimum, sum í dag eru 18 ár, men sum ikki høvdu valrætt seinast, siga seg vera fyri. 

Meiningakanningin varð gjørd frá 16. til 19. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. november
Morgunlestur týsdagur 28. november 2023
166213
Mánadag 27. november
Við Tórði á túri Millum Gilja í Hoyvík
166346
Mánadag 27. november
Norðurljóð 27.november 2023
166319
Mánadag 27. november
Biit 24. november 2023
166328
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280
Fríggjadag 24. november
Veðrið
166248
Hósdag 23. november
Sært tú meg? (2:4)
166190
Mikudag 22. november
Úr savninum: Robert - konsert
166089