Lítil áhugi fyri tvingsilsuppboði av Grunnabarði

Lítil áhugi fyri tvingsilsuppboði av Grunnabarði
Einastu krøvini, sum vórðu løgd fram á fyrireikandi fundinum í gjár, vóru frá tveimum havnum
 
21.04.2016 - 14:57

Tað var ikki tann stóri áhugin hjá teimum, sum eiga pengar í Grunnabarði, fyri fyrireikandi fundinum í Fútarættinum í gjár. 

Fundurin var um tvingsilssøluna, sum er lýst at vera 18.mai.

Danska fyritøkan Teleserve hevur biðið Fútarættin selja Grunnabarð.

Á fundinum í Fútarættinum í gjár vóru advokaturin, sum hevur kravt tvingsilsuppboðið, og advokaturin hjá nøkrum, sum hava krav móti reiðaríinum South Pelagic í Vági.

Skuldin 14,5 mió. kr.

Í seinasta roknskapinum hjá felagnum, sum er kunngjørdur, hann er frá 2014, er skuldin hjá felagnum 14,5 mio. kr., men eginognin er negativ. 

Grunnabarð er, sambært roknskapinum, verdur 9,7 mió. kr.

Felagið hevði 4,8 mió. kr. í halli í 2014. 

Leiðslan hevur kortini ikki mist alla vón. 

Fyri fíggjarligum skyldum felagsins til lánveitarar, góðar 11,7 mió. kr., eru lýstar veðsetingar í Grunnabarði  31 mió. kr., stendur í roknskapinum. 

Og so stendur, at leiðslan ásannar, at eginpeningur felagsins er negativur, 464.000 kr., og tí hevur felagið mist allan felagskapitalin. 

Leiðslan veit um lógarkrøvini um at endurvinna eginpeningin. 

Men leiðslan metir útlit vera fyri einum lønandi rakstri hjá felagnum í framtíðini. Og tí ber til at endurvinna eginpeningin við avlopi frá rakstri komandi árini. Men tað bar ikki til. 

Eingi hýrukrøv

Á fyrireikandi fundinum í gjár varð boðað frá sjóveðrættarkrøvum frá Runavíkar havn og Vágs havn. Væntað er, at sjóveðrættarkrav eisini kemur frá Hirtshals havn, tí har Grunnabarð ligið leingi.  

Eingi hýrukrøv eru.

Grunnabarð, sum er bygdur í 1979, varð keyptur til Føroya úr Noregi í februar 2013 at fiska ídnaðarfisk. Nú hevur hann eingi fiskirættindi í Føroyum. 

Reiðaríið hevur tó eitt royndarloyvi eftir hvítingsbróðuri. 

Thor keypti fleiri ferðir Grunnabarð at fiska kvotur hjá Thor.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109