Astrup svarar aftur

Astrup svarar aftur
Opið stríð er millum fyrrverandi nevndarformannin í Eik, Jørn Astrup Hansen og núverandi formannin, Torben Nielsen
 
24.04.2016 - 16:03

Undir yvirskriftini: "Eik fup eller fakta" kallaði Jørn Astrup Hansen skattamálið fyri eina gølu í Sosialinum fríggjadagin 15. apríl. 

Í tíðargrein í blaðnum skrivaði hann haraftrat, at málið setur TAKS í ringt ljós og at tað er ógvuliga tyngjandi fyri TF-holding. Málið er háðan ímóti Fíggjarligum Støðufesti, segði fyrrverandi formaðurin í EIK, sum var umboð fyri Fíggjarligt Støðufesti í bankanum.

21. apríl svaraði núverandi formaðurin, Torben Nielsen, aftur undir yvirskriftini: Jørn Astrup Hansen "glemte" et par ting. 

Torben Nielsen, endurgav granskoðarafyritøkuna Deliotte fyri at siga, at EIK HEVUR rætt til at avskrivað tapið, tí tað ER rætt at rokna frá, nær fyritøkan var stovnað og ikki frá byrjunarstøðuni, sum Astrup annars vil vera við.

Torben Nielsen avvísti blankt, at nevnd og leiðsla hevur villeitt Taks og roynt at snýta í skatti.

Men har steðgar kjakið ikki. í gjárkvøldið svaraði Jørn Astrup Hansen aftur í lesarabrævi. 
Sambært Jørn Astrup Hansen má útgangsstøðið hjá Deloitte fyri at staðfesta, at Eik hevur rætt til frádráttin, vera skeivt. 

Astrup sigur seg samstundis ikki minnast skjalið frá Deloitte. 
Deloitte ger sambært Astrup tann feilin, at gingið verður útfrá at talan var um ein vanligan handil millum tveir óheftar partar. Tað var tað ikki, tí Fíggjarligt støðufesti, ið virkar eftir serlóg, var annar parturin í handlinum, og Fíggjarligt støðufesti tók tapið. 
 
Sambært Jørn Astrup Hansen var hartil staðfest, tá TF-Holding keypti 70 prosent av Eik banka í februar 2011, at bankin hevði Bad will, tvs. negativa Good will uppá eina milliard. Tí er tað absurd, sambært Astrup, at leiðsla bankans nú roynir at avskriva 500 mió. sum good will. 
skrivar altso fyrrverandi stjórin í Eik banka, Jørn Astrup Hansen, sdum hevur funnist hvassliga at moralinum í bankaleiðsluni fyri yvirhøvur at royna at fáa ein skattligan fyrimun burturúr banka-bjargingini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221