Eingin í nevndini stillar uppaftur

Eingin í nevndini stillar uppaftur
Nógv bendir á, at Elin Heðinsdóttir Joensen verður nýggjur forseti í ÍSF
Petur Elias Petersen gavst sum formaður í ÍSF herfyri, og sum skilst stillar eingin av hinum nevndarlimunum uppaftur til aðalfundin í kvøld
 
20.05.2016 - 08:09

Í kvøld verður aðalfundurin hjá Ítróttarsambandi Føroya, har nýggjur forseti og nevnd skulu veljast. 

Nógv rumbul hevur verið í ÍSF seinastu tíðina, tí ósemja hevur verið um, hvussu tær 11 milliónir krónunar, sum ítrótturin fær í stuðli frá landinum um árið, skal býtast millum sersambondini. 

16 sersambond eru undir ÍSF. Øðrumegin eru tey trý stóru sambondini, Flogbóltssambandið, Hondbólssambandið og Svimjisambandið, ið ikki vilja góðtaka nýggja býtið, at stuðulin skal býtast javnt millum øll. Tey trý sambondini vilja, at játtanin fylgir við, hvussu virkin sersambondini eru.

Hinumegin eru øll hini 13 sambondini, ið fegnast um, at tey fáa  fleiri pengar tillutaðar. 

Ósemjan hevur elvt til, at Petur Elias Petersen, ÍSF forseti, valdi at fara frá, umframt aðrir nevndarlimir í ÍSF.

Eingin stillar uppaftur

Sum skilst, stillar eingin í undanfarnu nevndini uppaftur. 

Hvør stillar upp, er ikki alment, men 13 av teimum 16 sersambondunum hava  sagt, at tey skjóta Elina Heðinsdóttir Joensen upp til nýggjan ÍSF-forseta. 

Hini trý sersambondini høvdu upprunaliga eitt mótvalevni, men sum skilst hava tey tikið sítt uppskot aftur, tí mett varð ikki, at nakar møguleiki var at fáa undirtøku fyri tí. 

Verður Elin Heðinsdóttir Joensen vald, verður hon fyrsti kvinnuligi forseti í ÍSF. 

Aðalfundurin hjá ÍSF verður í kvøld klokkan seks.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482