Fyrsti fundur um stjórnarskipanina í dag

bannari
Fyrsti fundur um stjórnarskipanina í dag
Ætlanin er at hava fólkaatkvøðu næsta ár
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur boðsent øllum floksformonnunum á fund um stjórnarskipanina
 
20.05.2016 - 08:03

Í morgun hittast allir floksformenninir til fundar um eina føroyska stjórnarskipan. 

Higartil hevur royndin um eina stjórnarskipan ongantíð borið á mál, men samgongan ætlar, at fólkaatkvøða skal vera um stjórnarkipanina í 2017. 

Men floksformennirnir í stóru flokkunum í andstøðuni hava víst á, at teir leypa ikki á leistum.

Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, hevur sagt við útvarpið, at hann fer á fundin fyri at vita, hvat gongur fyri seg, men vil ikki siga, um Sambandsflokkurin verður við í stjórnarskipanararbeiðinum. 

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, fer eisini á fund, men vil heldur ikki siga, um Fólkaflokkurin verður við í arbeiðinum. 

Sjúrður skifti flokk

Hann vísir til ósemjuna millum Tjóðveldi og Sjúrð Skaale í 2011, sum elvdi til, at Sjúrður Skaale fór úr Tjóðveldinum, og seinni fór upp í Javnaðarflokkin.

Jørgen Niclasen vil fyrst hava at vita, um Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eru samd um stjórnarskipanina.

Eitt uppskot skal leggjast fyri tingið, áðrenn fólkaatkvøða um stjórnarskipan kann haldast.

Fundurin byrjar klokkan 9. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Undansending
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860