Tórsgøta verður málað

Tórsgøta verður málað
Bæði vegurin og gongubreytin í Tórsgøtu í Havn skulu nú málast, boðar høvuðsstaðarkommunan frá
Vegurin og gongubreytin í Tórsgøtu í Havn skulu nú málast
Mynd: Loftmynd: kortal.fo  
 
23.05.2016 - 16:23

Mentanargøtan í Havnini, Tórsgøta, verður stongd fyri allari ferðslu týsdagin og mikudagin frá klokkan 13-19. Orsøkin er, at bæði vegur og gongubreyt skulu málast.

Kommunan hevur í fleiri ár arbeitt við málinum um at gera Tórsgøtu til mentanargøtu burturav. Og nú verður vegurin so málaður.

Tað verður gjørt fyri at bjóða borgarunum til eitt orðaskifti um býarrúmið og teir møguleikar, Tórsgøta kann bjóða nú og í framtíðini, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Í Tórsgøtu húsast í dag eitt nú Tjóðpallur Føroya, Reinsaríið, Posthúskjallarin, Margarinfabrikkin og Miðlahúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037