WHO vil ikki útseta olympisku leikirnar

WHO vil ikki útseta olympisku leikirnar
Zika-virus ella ei, alheimsheilsustovnurin WHO vil ikki avlýsa ella bíða við olymisku leikunum, sum verða í Rio de Janeiro í summar. Tað skrivar BBC
100 leiðandi granskara innan zika-virus vilja steðga Olympisku leikunum í summar, men WHO sigur nei
 
29.05.2016 - 12:08

Í einum opnum brævi hava meira enn 100 leiðandi granskarar sagt við WHO, at teir halda tað vera óetiskt at lata Leikirnar verða eftir nýggju vitanina, sum er komin fram um Zika-virussið.

Men WHO hevur svarað og sagt, at tað ikki fer at seinkað útbreiðsluni av virussinum nakað serligt, um OL verður avlýst ella flutt til seinni. 

SÍ EISINI WHO: Zika-virus er á veg til Evropa

Granskararnir, sum hava rópt varskó, siga, at WHO eigur at endurlesa ráðgevingina, ið er um Zika-virussið. Zika-virussið smittar við mýggjabitum, og fyrstu sjúkurnar sóust í Brasil fyri einum ári síðani.

Nú breiðir smittan seg í meira enn 60 londum og økjum. Sjúkueyðkennini eru mild, men ber sjúka mamman barn undir belti, so er stórur vandi fyri, at barnið fær lítið høvd og í summum føri kunnu vaksin eisini fáa lívhættisligt neurologiskt syndrom.

Heilsuverkið riggar ikki nóg væl

150 altjóða granskarar hava skrivað undir brævið til WHO, harímillum doktarar og medisinskir etikarar frá tildømis Oxford University og Harvard og Yale.

Granskararnir vísa eisini á, at Brasil ikki hevur eina haldgóða ætlan at basa mýggjabitum, og at landisns heilsuverk ikki riggar nóg væl.

Hetta eigur at fáa WHO at flyta Olympisku Leikirnar, siga teir, men sum nevnt, so hevur WHO svarað, at eitt slíkt stig ikki fer at avmarka smittuna nakað serligt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514