Landið vil hava Landsbankan sum fíggjarstovn

Landið vil hava Landsbankan sum fíggjarstovn
Ójøvn kapping, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum tí mælir frá, at landsbankin kann virka sum fíggarstovnur hjá kommunum og grunnum
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir frá, at landsbankin kann virka sum fíggarstovnur hjá kommunum og grunnum
Mynd: Savnsmynd  
 
26.06.2016 - 09:43

Arbeiðsgevarafelagnum hóvar ikki, at landsstýrið ætlar, at endurstovnaði Landsbankin eisini skal vera fíggingarstovnur hjá landi, kommunum og almennum grunnum. Hetta fer at skeiklað kappingina millum tað privata og almenna, heldur arbeiðsgevarafelagið.

Í hoyringarsvarinum til uppskotið um at endurstovna Landsbankan, sigur arbeiðsgevarafelagið, stórur vandi er fyri, at kappingin millum alment og privat kann vera skeiklað, tá landið í veruleikanum nýtir sínar ognir og peningastreym sum trygd fyri at fáa eina betri rentu til eina kommunu ella ein grunn. Um rentan varð ásett út frá einari kredittmeting av einari ávísari kommunu ella grunni, átti rentan kanska í veruleikanum at verið hægri, sigur arbeiðsgevarafelagið.

Arbeiðsgevarafelagið heldur eisini, at spurningur kann setast við óheftni hjá Landsbankanum, tá sami stovnur, sum skal gera váðagreiningar av fíggjarsektorinum samstundis er ein av stóru aktørunum á marknaðinum, sum kappast við privatu fíggjarstovnarnar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí frá, at landsbankin kann virka sum fíggarstovnur hjá kommunum og grunnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938