Ófriðarlig nátt í Havn

Ófriðarlig nátt í Havn
Løgreglan og samarittarnir hava havt úr at gera í nátt. Nógv fólk vóru í býnum í Havn í samband við tónleikatiltakið Voxbotn
Nógv fólk vóru í býnum í Havn í samband við tónleikatiltakið Voxbotn
Mynd: kvf.fo  
 
26.06.2016 - 10:22

Í Tórsgøtu var hópbardagi millum 15 menn. Løgreglan var noydd at nýta piparsprey fyri at fáa menninar at skiljast.

Aðrir bardagar vóru eisini og einaferð í nátt varð løgreglan boðsend til eini privathús, tí pápi og sonur vóru farnir til hendurs. Avhoyringar eru í løtuni í tí málinum.

Fleiri klintraðu upp á tekjur

Tað vóru eisini fleiri, sum hildu tað vera skilagott at klintra upp á ymsar tekjur í býnum og sita har og lurta eftir tónleikinum.

Seks mans vóru farnir upp á takið á Sirkus, tveir mans vóru uppi á tinghústakinum, og ein maður var farin so høgt upp sum upp á takið á Hotel Tórshavn.

Fleiri hava eftir øllum at døma øtast við og lagt myndir á Facebook av manninum uppi á tekjuni. Maðurin á tekjuni á Hotel Tórshavn, tók eina selfie, áðrenn hann kom niður aftur.

Annars vóru nógv full fólk koyrd til hús, og ambulansan mátti eisini eftir einum persóni, ið var dottin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891