Brúk fyri fleiri terapeutum

Brúk fyri fleiri terapeutum
Neyðugt er at seta 17 terapeutar afturat, skal endurvenjingin hjá sjúkrahúsunum vera nóg góð, sigur arbeiðsbólkur í nýggjum tilmæli.
 
04.07.2016 - 15:06

Skal endurvenjingin hjá sjúkrahúsunum vera nóg góð, skulu tey seta 17 terapeutar afturat. Tað sigur arbeiðsbólkurin, sum gjørdi tilmæli um samskipaða endurvenjing.

Men tey, sum gjørdu menningarætlanina, taka ikki so rívan til. Semja er ikki millum fakfólk um, hvussu nógv neyðugt er at útbyggja endurvenjingina í sjúkrahúsverkinum.

Í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið verður mælt til at brúka fýra milliónir krónur afturat til fysioterpeutar og ergoterapeutar.

17 ársverk afturat

Í tilmælinum um samskipaða endurvenjing verður mælt til at seta 17 ársverk afturat í sjúkrahúsverkinum, 13 í Havn og tvey á Tvøroyri og í Klaksvík, og tey kosta 8,5 milliónir krónur.

So leingi endurvenjing liggur hjá trimum myndugleikum, sjúkrahúsverkinum, almannaverkinum og kommununum, verður sera torført at gera eina lóg, sum heilt greitt ásetir uppgávubýtið og ábyrgdarbýtið.

Tað heldur arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt álit um skipaða endurvenjing. Arbeiðsbólkurin hevur uppskot um kunngerðir, sum siga, hvussu endurvenjingin skal býtast millum sjúkrahúsverkið og almannaverkið.

Kunngerð send til hoyringar

Heilsumálaráðið hevur longu sent kunngerðina um endurvenjing í sjúkrahúsverkinum til hoyringar,

Arbeiðsbólkurin mælir til, at øll endurvenjing verður uppraðfest, millum annað fyri at tryggja øllum tilboð um endurvenjing, sama hvar í landinum, tey búgva.

Sambært tilmælinum um endurvenjing hevur Almannaverkið brúk fyri 3,6 milliónum afturat, skulu tilboðini um endurvenjingin vera nóg góð.

Tey fimm punktini í tilmælinum

Arbeiðsbólkurin hevur fimm yvirskipað tilmæli. Mælt verður til, at

● endurvenjing verður raðfest

● tilboðini hjá landinum verða landsfevnandi

● ábyrgdarbýtið millum heilsuverk, almannaverk og kommunur gerst greiðari við lóggávu

● serkøna endurvenjingin verður á sjúkrahúsunum, og onnur endurvenjing verður á sjúkrahúsum, í almannaverkinum og í kommununum

● samstarvið og samskiftið millum allar partar verður styrkt við einari endurvenjingarætlan og við samskipan.

Arbeiðsbólkurin sigur, at serliga í sjúkrahúsverkinum eru ov fá tilboð. Á nógvum serøkjum er eingin serkøn endurvenjing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666