Fyribilsstjóri í grønlendskum flogvallarfelag

Fyribilsstjóri í grønlendskum flogvallarfelag
Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, er settur sum fyribilsstjóri í nýstovnaða felagnum, Kalaallit Airports í Grønlandi
Jákup Sverri Kass er settur sum fyribilsstjóri í nýggjum flogvallarfelag í Grønlandi. Hann er eisini valdur í nevndina
 
14.07.2016 - 07:07

Grønlendska sjálvstýrið stovnaði 1. juli nýggja felagið Kalaallit Airports, ið skal víðka um floghavnirnar í Nuuk og Ilulissat og byggja nýggja floghavn í Qaqortoq sunnarlaga í Grønlandi.

Felagið er so mikið nýtt, at eingin stjóri er settur í felagnum enn. Tí hevur felagið sett Jákup Sverra Kass, stjóra í Vága Floghavn, í fyribilsstarv sum stjóra, skrivar check-in.dk

Eisini valdur í nevndina

- Stovnandi aðalfundur verður 21. juli, og í fyrsta umfari fari eg, saman við nevndarformanninum, at mynda felagið, sigur Jákup Sverri Kass við blaðið á netinum.

Stjórin í Vága Floghavn er eisini valdur í nevndina í Kalaallit Airports, ið skal víðka um virksemið hjá teimum báðum floghavnunum og byggja ta nýggju floghavnina.

Byrjanarkapitalurin hjá felagnum er 200 milliónir krónur. Harumframt hevur felagið fingið formliga tilsøgn frá grønlendska sjálvstýrinum um at læna 100 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360