Ísland er nú nummar 22 á FIFA-styrkilistanum

Ísland er nú nummar 22 á FIFA-styrkilistanum
Íslendska manslandsliðið í fótbólti hevur tikið stórt lop á FIFA-styrkilistanum
Huuh: Íslendska fótbóltslandsliðið eftir seinasta dystin móti Fraklandi
Mynd: ksí.is  
 
17.07.2016 - 11:34

Ísland gjørdi eitt skarvslop og fór 12 pláss uppeftir úr 34. plássi upp á 22. pláss, og tað er met hjá Íslandi. 

Sambært íslendska kringvarpinum, RÚV, merkir hetta, at íslendska landsliðið hevur vunnið seg 109 pláss fram, síðan svenski venjarin, Lars Lagerbäck, tók við sum venjari í 2011. 

Fremst í Norðurlondum

Í oktober 2012 var Ísland á 131.plássi á styrkilistanum, - lægsta nakrantíð.

Millum evropisku tjóðirnar er Ísland á 15. plássi, og tað er langt omanfyri aðrar norðurlendskar tjóðir.

Fleiri skarvslop

Tað eru eisini onnur lond, sum gera risalop á styrkilistanum.

Wales er farið 15 pláss fram og er 11. besta landsliðið, Kroatia hevur yvirhálað 12 onnur lond og er nú á 15. plássi, og Polland er farið 11 stig upp og er nú nummar 16 á FIFA-styrkilistanum.

Ovast á listanum er Argentina. Síðani koma Belgia, Kolumbia, Týskland, Kili, Portugal og Frakland. 

Tú kanst síggja allan FIFA-styrkilistan her

Føroyar eru á 136. plássi á styrkislistanum hjá FIFA, frammafyri eitt nú Luksemburg, Aserbadjan, Angola, Vjetnam og Libanon.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634