Landsstýrið biður tingið um seks aðalorðaskifti

Landsstýrið biður tingið um seks aðalorðaskifti
Millum annað sjúkrahúsini og javnsstøðan skulu viðgerast út í æsir í løgtinginum í nýggju tingsetuni
Løgtingið skal viðgera framtíðina hjá sjúkrahúsunum
 
29.07.2016 - 15:46

Landsstýrið ætlar at fáa seks aðalorðaskifti í løgtinginum, nú nýggj tingseta byrjar í dag.

Í januar 2014 samtykti løgtingið at heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja frágreiðing fyri løgtingið um politikk fyri skapandi vinnur. 

Politikkurin er nú orðaður og verður lagdur fyri løgtingið til aðalorðaskiftis í heyst. 

Raðfestu átøkini verða nærri greinað til fíggjarlógina fyri 2017.

Rúsevni og avleiðingar

Løgtingið fær eisini eina frágreiðing frá landsstýrinum um rúsdrekka- og rúsevnispolitikk. Aðalorðaskifti verður um hana.

Endamálið er at fyribyrgja og tálma, og menna og víðka viðgerðartilboðini til misnýtarar og avvarðandi teirra og minka medisinsku og sosialu skaðaárinini av misnýtslu. 

Ætlanin er at fáa sett í verk ítøkilig átøk, sum skulu fremjast árini 2016-2020.

Harafturat verða aðalorðaskifti um menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið, um javnstøðupolitikkin næstu árini, um eigarapolitikk, tað er politikkur um landsins lut í millum annað partafeløgum, og ognir landskassans, sum ikki eru í fíggjarlógini, og landsstýrið fer eisini at biðja um aðalorðaskifti um tilbúgving. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532