Flaggmálið: Trýstið á seymistovu var ov stórt

Flaggmálið: Trýstið á seymistovu var ov stórt
Dahls Flagfabrik, sum seldi skeiva flaggið, er komið við frágreiðing
 
02.08.2016 - 08:50

Ov stórt trýst á svensku seymistovuna er umberingin fyri, at bæði í Danmark og í Havn varð flaggað við skeivum føroyskum flaggi ólavsøkudag, flaggi við bláum krossi.

Tað er í øllum førum frágreiðingin hjá Dahls Flagfabrik í Keypmannahavn, sum seldi skeiva flaggið. 

Skeivu føroysku fløggini vórðu seymað í Svøríki.

Úr at gera

Svenska seymistovan hevur havt úr at gera við at seyma grønlendsk og føroysk fløgg. Eisini Dahls Flagfabrik bað um fleiri fløgg úr Svøríki, tá eftirspurningurin vaks.

Sambært frágreiðingini hjá Dahls flagfabrik tók svenska seymistovan bíleggingina frá teimum, men hevði so ikki rættiliga stundir at avgreiða bíleggingina á rættan hátt. Og Dahls Flagfabrik kannaði ikki fløggini, áðrenn tey vórðu seld. 

Fagnaðurin var annars stórur á júst Dahls Flagfabrikk fyrr í ár, tá forsætisráðharrin gav donskum stovnum boð um at flagga við grønlendska flagginum tjóðardagin 21.juni og tí føroyska ólavsøkudag.

Staturin eigur 534 flaggstengur, so meiri 1000 nýggj fløgg skuldu keypast.

Tá boðaði Dahls Flagfabrik frá, at har vóru tey sera fegin um boðini úr Forsætismálaráðnum. Har droymdu tey um ein risastóran ordra.

Dýrari enn Dannebrog

Gjørt varð eisini vart við, at fremmand fløgg eru eitt síndur dýrari enn Dannebrog, men tað fór uttan iva at bera til at finna ein góðan prís. 

Dahls Flagfabrik fekk ikki latið øllum, sum fingu skeiva føroyska flaggið, rætta flaggið ólavsøkudag, tí tey høvdu bara seks fløgg við reyða krossinum á goymslu. 

Okkurt um 20 skeiv fløgg vórðu seld. Í hvussu so eitt teirra fór til Føroya, tí tað veittraði á flaggstongini hjá sorinskrivaranum ólavsøkudag.

Ansni vant flaggið á stong, og hevur biðið um umbering fyri tað.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786