Skriðulop á Sundi

Skriðulop á Sundi
Landsverk ruddaði upp í tríggjar lastbilar av eyri og evju. Sunnan fyri Tjørnuvik rullaði ein stórur steinur oman á vegin
 
07.08.2016 - 15:44

Seinnapartin leyp ein skriða, har vegurin gongur oman til Sundsverkið, men hon tarnaði ikki ferðsluni, verður sagt á Landsverki.

Eyrur og evja rann í rennuna, sum gongur fram við vegnum, og hon varð skjótt tipt. Landsverk ruddaði upp í tríggjar lastbilar, og rennan er nú opin aftur.

Um 11 tíðina fyrrapartin rullaði ein steinur oman á vegin sunnan fyri Tjørnuvík. Hann var umleið eitt hálvt tons til støddar, og varð ruddaður burtur.

Bilførarar eiga at vera ansnir

Mads Andrias Hansen, sum hevur vakttelefonina hjá Landsverki, sigur, at tað kann vera vandi fyri skriðulopi eisini aðrastaðni í landinum, nú blot er komið í, eftir at tað hevur verið so turt alt summar.

Hann heitir á bilførarar um at ansa væl eftir og hava eyguni við sær. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860